Loyvisnevndin hjá FSF hevur givið øllum feløgunum, ið hava lið í Effodeildini og í 1. deild hjá monnum, neyðugu loyvini til komandi kappingarár
Leygardagin 24. mars verður fyrsti dystur í Effodeildini spældur, og fyri framman stendur eitt nýtt og væntandi spennandi kappingarár. Men áðrenn kappingin veruliga kann byrja, skulu føroysku feløguni hava ymisk loyvir í lagi.

Fótbóltsfeløg, sum ítróttarliga hava vunnið sær rætt til at luttaka í Meistaradeildini og í 1. deild hjá monnum, skulu á hvørjum ári undan kappingarbyrjan, søkja um luttøkuloyvi frá Fótbóltssamband Føroya. Í hesum sambandi skulu feløgini lúka ávísar treytir, ið eru ásettar av europeisku fótbóltssamgonguni, UEFA, og FSF.

Freistin hjá føroysku feløgunum, at lata inn umsókn um luttøkuloyvi til kappingarárið 2012 var tann 17. februar. Loyvisnevndin hjá Fótbóltssamband Føroya hevur síðani viðgjørt umsóknirnar, og tann 9. mars 2012 fingu øll fótbóltsfeløgini, ið skulu luttaka í Effodeildini og í 1. deild hjá monnum, luttøkuloyvi til kappingarárið 2012.