Føroyska U19-landsliðið við dreingjum tapti 4-1 í fyrsta dystinum í EM-undankappingini. Men tað var ikki fyrr enn heilt ímóti endanum, at týskarar fingu bilbugt við Føroyar
——————
Á middegi mikudagin spældi føroyska U19-landsliðið við dreingjum fyrsta dystin í EM-undankappingini, sum í hesum døgum er í Patras í Grikkalandi.
Mótstøðuliðið var Týskland, sum undan dystinum var risafavorittur at vinna. Gamaní vunnu týskarar eisni til endans 4-1, men tað var ikki fyrr enn eitt stórt korter var eftir at spæla, at teir fingu tamarhald á føroyingunum.
Longu í 3. minutti kom Týskland á odda 1-0, sum eisini var støðan í steðginum. Men tá átta minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, javnaði Áki Samuelsen til 1-1.
Javnleikurin helt sær til 73. minutt, so lá bólturin aftur í føroyska málinum, og seinastu løtuna fekk Týskland tvey mál afturat.
Í hinum dystinum í bólkinum vann Russland 1-0 á Grikkalandi. Leygardagin verður spælt aftur. Tá møtast Grikkaland og Føroyar, og Týskland og Russland.