Álopskendi miðvallarin hjá B36 varð heiðrað í felagshúsinum í gjár, eftir at hon varð kosin besti spælarin í Betri Deildini í oktober
Kvinnurnar hjá B36 endaðu kappingarárið við einum góðum stima, har tær vunnu tríggjar teir seinastu dystirnar og endaðu á fjórða plássi. Ein av orsøkunum til góðu gongdina er júst Livyan Borges Silva, sum kom til felagið úr heimlandinum Brasil undan kappingarbyrjan. Livyan spældi allar 21 landskappingardystirnar hjá B36 á tamb, og við 15 málum gjørdist hon eisini toppskjútti fyri árstalsfelagið.
Í gjár varð góði endin á kappingarárinum so eisini staðfestur við tað, at Livyan varð kosin besti spælari hjá kvinnum í oktober. Atkvøðugreiðsluna vann hon í sera tættari kapping við Jensu Tórolvsdóttir úr Víkingi, og stsutt aftanfyri tær var púra javnt millum Sannu Svarvadal og Duritu Hummeland úr KÍ, Rebekku Benbakoura úr HB og Heidi Sevdal úr NSÍ.
Tað var Fróði Danielsen, starvsnevndarlimur í FSF, sum handaði einari sera fegnari Livyan heiðurin í B36 húsinum í gjárkvøldið.