Í samband við Stórsteypadystin, sum Lions og FSF skipaði fyri áðrenn kappingin byrjaði, bleiv innkomni peningurin latin til eitt LiteGait-tól til Fysioterapideildini

Innkomni peningurin í samband við Stórsteypadystin millum føroyameistararnar og steypavinnararnar seinasta kappingarár, Víking og EB/Streym, er latin til eitt LiteGait-tól, sum Fysioterapideildin á Landssjúkrahúsinum hevur fingið.

Tað eru Lions Føroyar og Fótbóltssamband Føroya, sum í felag skipa fyri Stórsteypadystinum, og innkomni peningurin verður síðani latin til okkurt vælgerandi endamál.

Í ár varð tað so Fysioterapideildin á Landssjúkahúsinum, ið fekk gávuna frá Lions Føroyar.

LiteGait-tól er venjingar-/hjálpartól, framleitt og ment í USA. Navnið merkir leysliga umsett "løtt gongd2. Venjing við LiteGait tól er ein sera effektivur háttur at endurvenja gongd og spesifikkar trupulleikar og mynstur, sum kunnu elva til, at persónur ikki hevur natúrligt gongulag.

Lite-Gait tól gevur rættan kropsburð, minkar tyngd og tekur burtur trupulleikar við javnvág og lættir soleiðis um hjá sjúklingini at endurvinna gonguførleika.

Fyrimunikr eru m.a. at brúkari fær møguleikar at ganga longri, at brúkari gerst meira sjálvstøðugur í venjingarhøpi, og at tað gerst lættari hjá terapeuti at rætta gongulag.

Á Landssjúkrahúsinum eru umleið 120 apopleksi sjúklingar um árið. Hjá einum stórum parti av hesum er gongulagið ávirkað.

Eftir langa sjúkralegu er gongulagið altíð ávirkað, og venjing við Litegait tóli styttir munandi um endurvenjingartíðina. Tað eru einir 8-10 sjúklingar, sum hava brúk fyri at venja við LiteGait tóli hvønn dag.

Kelda: Landssjúkrahúsið/www.lsh.fo