Fróði Benjaminsen verður ikki við, tá A-landsliðið um góðar tvær vikur setir kós ímóti Thailandi. Í staðin er Karl Løkin úttikin
Um miðan februar byrja fyrireikingarnar til HM-undankappingardystin móti Eysturríki av álvara, tá føroyska A-landsliðið við monnum fer á venjingarlegu í Thailandi.

Men Lars Olsen, landsliðsvenjara verður noyddur at fyrireika seg til dystin ímóti eysturríkarum uttan liðskiparan, Fróða Benjaminsen. Miðvallarin úr HB hevur nevniliga givið avboð, og í staðin er Karl Løkin, úr NSÍ, úttikin.

Landsliðshópurin fer úr Føroyum hósdagin 14. februar, og verður aftur á oyggjunum níggju dagar seinni.

Hósdagin 21. februar spæla Thailand og Føroyar vinardyst í Bangkok.


Karl Løkin, ið hevur spælt átta U21-landsdystir fyri Føroyar, hevur framvegis sín fyrsta minutt tilgóðar á A-landsliðnum