Fróði Benjaminsen verður ikki við, tá landsliðið komandi sunnudag spælir EM-undankappingardyst ímóti Rumenia. Nýggjar arbeiðsumstøður gera, at føroyski liðskiparin ikki verður tøkur hesaferð
Klokkan hálvgum fimm seinnapartin í dag (mánadag) setir føroyska A-landsliðið við monnum kós ímóti Keypmannahavn, og næstu dagarnar fer hópurin at halda til á Farum Park, har fyrireikingarnar til EM-undanappingardystin ímóti Rumenia fara fram.

Leygarmorgunin verður síðani flogið víðari til Bukarest í Rumenia, og klokkan fimm seinnapartin sunnudagin (føroyska tíð) hittast Rumenia og Føroyar í EM-undankappingardysti á Ilie Aona Stadion í Ploiesti.

Men hesaferð verður tað uttan føroyska liðskiparan, Fróða Benjaminsen.

Tíðliga í hesum árinum byrjaði Fróði í nýggjum starvi, og arbeiðsviðurskiftini gera, at liðskiparin ikki verður tøkur til dystin ímóti Rumenia komandi sunnudag.

– Hetta skal ikki skiljast sum eitt endaligt farvæl til landsliðið, men tíverri kann eg ikki verða við hesaferð, sigur Fróði Benjaminsen.

Í fyrstu atløgu hevur Lars Olsen, landsliðsvenjari avgjørt, at eingin nýggjur spælari verður úttikin í staðin fyri Fróða Benjaminsen, ið higartil er skrásettur fyri 83 A-landsdystir fyri Føroyar.