Nú er greitt, at skaðin, sum Hallur Hansson fekk sunnudagin, er so mikið álvarsamur, at liðskiparin ikki verður tøkur til dystirnar móti Litava og Turkalandi

——————

– Hetta vóru tey ringastu boðini, sum eg kundi fáa. Men soleiðis er fótbóltur, og nú ræður um at hyggja frameftir, og koma styrktur aftur, tá tann tíð kemur, sigur Hallur Hansson við heimasíðuna hjá FSF.

Tað var í dysti fyri íslendska felagið, KR Reykjavík farna sunnudag, at Hallur Hansson mátti av vøllinum á børi.

Skanningarnar vísa nú, at knæið er so mikið skatt, at føroyski liðskiparin neyvan spælir fótbólt aftur fyrr enn um eini níggju til tólv mánaðar.

Í morgin, hósdagin klokkan 19:45, sum er klokkan 21:45 lokala tíð í Vilnius, fer landsliðið á vøllin aftur, tá Litava tekur ímóti á LFF Stadion í litaviska høvuðsstaðnum. Sunnudagin hittast Føroyar og Turkaland á Tórsvølli.

Men tað verður tíverri uttan liðskiparan og stríðsmannin á miðvøllinum, Hallur Hansson, ið higartil er skrásettur fyri 72 dystir og 5 mál fyri Føroyar.