Kappingarárið 2013 er komið at enda, og í hesum sambandi sóknast FSF eftir liðmyndum. Myndirnar kunnu sendast til [email protected]

Kappingarárið 2013 er umsíðir komið at enda, og í øllum deildum eru vinnararnir funnir. 

Í hesum sambandi fer Fótbóltssamband Føroya at heita á øll, ið hava møguleika, um at senda myndir av liðum, ið hava luttikið í kappingum hetta kappingarárið, til FSF.

Myndirnar kunnu sendast til [email protected].

Vinarliga upplýsið í teldupostinum saman við myndini, hvat lið talan er um, nær myndin er tikin (dagfesting), og hvør hevur tikið myndina.

Tey, ið senda FSF myndir, geva samstundis Fótbóltssambandi Føroya fullan rætt til at brúka myndirnar. Myndirnar fara at verða nýttar á heimasíðuni hjá FSF, umframt í øðrum tilfari, ið Fótbóltssamband Føroya møguliga fer at geva út.

Nakrar myndir eru longu komnar, men framvegis mangla nógvar. Vónandi verður tikið væl undir við hesum, og væntandi fær FSF myndir av øllum liðum, og serliga teimum, ið hava vunnið heiðursmerkir kappingarárið 2013.