Kvinnulandsliðið: Jón Pauli Olsen og Rúni Nolsøe hava sett navn á tær fyrstu 11, sum byrja á vøllinum í kvøld móti Luksembourg
Eftir steðg í nærum tvey ár, skal føroyska A-landsliðið við kvinnum í dyst í kvøld, tá Luksembourg tekur ímóti í venjingardysti á Niedercorn Leikvøllinum í Luksembourg.

Dysturin í kvøld, sum byrjar kl. 18:30 (føroyska tíð), er liður í fyrireikingunum til komandi HM-undankapping, sum verður í døgunum 4. til 9. apríl komandi ár, har Føroyar fara at luttaka.

Føroyska ferðalagið fór úr Føroyum mánamorgunin, og sum heild hevur gingist væl, og úr Luksembourg frættist, at umstøðurnar eru av teimum bestu.

Kvinnurnar hava vant tvær ferðir síðani tær komu til Luksembourg, mánakvøldið og aftur týsdagin, og nú fáar tímar áðrenn dysturin verður bríkslaður í gongd, hava venjararnir, Rúni Nolsøe og Jón Pauli Olsen sett navn á tær fyrstu 11, sum byrja á vøllinum í kvøld.

Randi S. Wardum byrjar í málinum, og í verjuni verða Bára Skaale Klakstein, Malena Josephsen, Liljan av Fløtum Petersen og Sigrid Petersen ella Rakul M. Johannesen.

Sigrid Petersen hevur drigist við ein lítlan skaða, og um hon ikki fær spælt, so verður tað Rakul M. Johannsen, ið byrjar á vinstra bakki.

Á miðuni verða Sofía Purkhús, Fríðrún Danielsen, Anna Sofía (Ansy) Sevdal, Rannvá B. Andreasen og Heidi Sevdal, meðan Íðunn Magnussen byrjar heilt har frammi fyri Føroyar.

Á bonkinum verða so Bjarta O. Johansen, Eyðvør Klakstein, Oddrún Danielsen, Sólja T. Eiðisgarð, Laila Pætursdóttir, Lív F. Arge og Rakul M. Johannesen ella Sigrid Petersen.

Ferðalagið kemur aftur til Føroyar hósdagin.