Lene Terp, landsliðsvenjari hevur sett nøvn á tær 11, sum byrja dystin móti Estlandi. Fyri tvær teirra verður hetta teirra fyrsti A-landsdystur


Klokkan 14.00 í dag bresta Føroyar og Estland saman í hálvfinalu í Baltic Cup. Dysturin verður spældur á Alytus Stadium í Litava, og byrjunaruppstillingin til dystin er klár.

Óluva Joensen verjir føroyska málið, og í verjuni vera Ásla Johannesen, Rakul Maria Johannesen, Birita Ryan og Maria á Lakjuni, sum í dag spælir sín fyrsta dyst fyri A-landsliðið.

Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Heidi Sevdal og Olga Kristina Hansen manna føroyska miðvøllin, og á kantunum vera tað Lea Símunardóttir Lisberg í vinstru og Julia Naomi Mortensen í høgru. Hin debutanturin er Hervør Hansdóttir Olsen, sum byrjar í álopinum.

Á føroyska bonkinum sita Anna Sunadóttir Hansen, Sara Samson Lamhauge, Tóra Mohr, Sarita Maria Mittfoss, Emma Hansdóttir og Julia Helena Dal Henriksen.

Dysturin móti Estlandi byrjar kl.14 føroyska tíð, og hann kann stroymast á youtube rásini hjá litaviska fótbóltssambandinum.