Tað endaði 2-0 til Pólland, men tað var ikki fyrr enn í 73. minutti, at póllendingar fingu hol á. Stóri spælarin hjá heimaliðnum, Robert Lewandowski gjørdi bæði málini

——————

Tað sá leingi gott út hjá føroyska A-landsliðnum við monnum, sum hóskvøldið stríddist manniliga á PGE Narodowy stadion í Warszawa.

Sum heild var talan um ein dyst, har heimamenninir høvdu bóltin størra partin av tíðini, og teir koma eisini til nakrar vandamiklar støður. Men føroyska liðið, og serliga málverjin, Mattias Lamhauge vardu væl, meðan fjáltur kom á póllendingarnar, sum eisini vórðu trýstir av teimum omanfyri 54.000 áskoðarunum.

Men tá 73 minuttir vóru spældir fingu póllendingar brotsspark, sum Robert Lewandowski setti í netið, og tíggju minuttir seinni økti 9’arin hjá Póllandi til 2-0, sum eisini gjørdist úrslitið av EM-undankappingardystinum millum Pólland og Føroyar.

Longu sunnudagin klokkan 17:00 skal manslandsliðið á vøllin aftur, tá Moldova kemur á vitjan á Tórsvølli.

Ein annar dystur var eisini í bólki E hóskvøldið. Á heimavølli tóku kekkar ímóti Albania, og har gjørdist úrslitið javnleikur 1-1.

Kekkia er fremst í bólkinum við 8 stigum, Albania hevur 7 stig, Pólland hevur 6, Moldova hevur 5 stig, og Føroyar eru nummar 5 við einum stigi.

Myndir: Hans Erik Danielsen