Týsdagin 4. juni andaðist fyrrverandi UEFA forsetin, sviin Lennart Johansson, 89 ára gamal. Lennart Johansson sat sum UEFA forseti frá 1990 til 2007, og er tann forsetin, ið hevur sitið longst

Lennart Johansson sat sum forseti fyri europeisku fótbóltssamgonguna, UEFA frá 1990 til 2007. Hann var eisini forseti fyri svenska fótbóltssambandið og varaforseti í FIFA.

 

Tað var Lennart Johansson sum kom við hugskotinum til Chamipions Leauge kappingina, soleiðis sum vit kenna hesa kapping í dag.

 

Lennart Johansson var sannur føroya-vinur. Hann spældi ein aktivan leiklut tá FSF fekk limaskap í UEFA í 1990, og hann hevði ein serligan tokka til føroyskan fótbólt.

 

– Eg havi ofta møtt hesum megnarmanni. Altíð áhugaverdur at tosa við. Lennart Johansson er høgt virdur í fótbóltsheiminum og eftir hann stendur ein minniligur vari. Vit lýsa frið yvir minni eftir Lennart Johansson, sigur Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya.