Serfrøðingurin í 1. umfari, Leivur Frederiksen, gitti allar fimm dystirnir rættar, sum vórðu spældir um vikuskiftið
Tað var ein heldur bersøgin Leivur Frederiksen, sum undan 1. umfari í Effodeildini, segði, at tað var ringt at meta um úrslitini í teimum fimm dystunum, sum skuldu spælast.
Verturin í 3-2 hjá Kringvarpi Føroya hevði undan 1. umfari ikki sæð øll liðini í dysti, og tí dugdi hann illa at meta um liðini, nú landskappingin 2013 varð bríkslað í gongd.
Kortini segði Leivur Frederiksen, at hann fór at tippa fýra heimasigrar og javnleik í Gundadali.
Dysturin í Havn endaði við javnleiki 1-1, meðan ÍF, KÍ, Víkingur og EB/Streymur, sum øll høvdu heimavøll í 1. umfari, vunnu sínar dystir.
Sostatt hevur Leivur Frederiksen longu fingið síni fyrstu fimm stig, og hevur veruliga lagt trýst á sínar mótstøðumenn, sum eru Terji Nielsen, Dimmalætting, Tróndur Arge, Miðlahúsið og Jákup Ósá, Norðlýsið.
Komandi umfar verður tað Terji Nielsen, frá Dimmalætting, ið fer at tippa úrsliti í 2. umfari í Effodeildini.
Fyrsti dystur í 2. umfari verður spældur fríggjadagin, tá B36 og Víkingur spæla í Havn. Leygardagin spæla 07 Vestur-TB, NSÍ-KÍ, AB-HB og EB/Streymur-ÍF.