Aganevndin hjá FSF hevur staðfest avgerðina hjá Kappingarnevndini, um at sekta liðskiparan hjá Víkingi, Atla Gregersen, við fýra daga leikbanni
Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya tók 3. juli avgerð um at geva liðskiparanum hjá Víkingi, Atla Gregersen leikbann í fýra dystir, fyri tilburð í dystinum millum Víking og HB, spældur í Sarpugerði í Norðragøtu tann 24. juni.

Grundgevingin hjá Kappingarnevndini er, at Atli Gregersen sýndi grovan og óhøviskan atburð mótvegis dómaranum, eftir at liðskiparin hjá Víkingi hevði fingið seinna gula kortið í dystinum.

12. juli sendir Víkingur kæru í samband við leikbannið hjá Atla Gregersen, har Víkingur vísir á, at:
1) dómarin provokeraði Atla Gregersen við tí seinna gula kortinum, tí Víkingur metir seinna gula kortið verða givið fyri eitt so lint brot,
2) at Atli Gregersen ætlaði at at blaka liðskiparabindið í hendurnar á Sølva Vatnhamar, liðfelaga, og ikki eftir dómaranum,
3) at teir halda revsingina verða ov harða í mun til onnur mál og aðrar sektir hjá FSF.

Tann 25. juli hevur Aganevndin hjá FSF viðgjørt kæruna frá Víkingi, og niðurstøðan er hon, at Aganevndin staðfestur avgerðina hjá Kappingarnevndini.

Sostatt er Atli Gregersen leikbannaður til og við 19. umfar í Effodeildini, sum verður spælt leygardagin 11. august.

Allur úrskurðurin hjá Aganevndini kann lesast HER