Leygardagin varð skipað fyri innandurakapping fyri U14-gentunum, sum í ár hava luttikið í Leikaramenningini hjá FSF
Tíðliga í summar fór Fótbóltssamband Føroya undir leikaramenning fyri gentur, og leygardagin varð skipað fyri endatiltaki í ítróttarhøllini á Eiði.

Tiltakið varð skipað sum innanhýsis innandurakapping við fimm liðum, har hvørt lið spældi 8 dystir á 4 minuttir.

Eftir innandurakappingini fingu allar genturnar luttøkubræv frá FSF.

Eli, Kim og Elias
Tað er Eli Hentze, ið hevur staðið fyri venjingini í samband við Leikaramenningina í mið- og vesturøkinum, meðan Kim Petersen hevur vant genturnar í norður- og eysturøkinum.

Venjingarnar hjá Eli Hentze hava fyri tað mesta verið í høvuðsstaðnum, men onkrar av venjingunum hava eisini verið á Sandi og í Sandavági.

Venjingarnar hjá gentunum í norður- og eysturøkinum hava verið í Gøtu og í Leirvík, har málverjin á U17-landsliðnum við dreingjum, Elias Rasmussen, hevur hjálpt til við málmansvenjingini.

Hugagóðar gentur
Hetta er fyrstu fer, at Fótbóltssamband Føroya hevur skipað fyri Leikaramenning fyri gentum, og samanumtikið kann staðfestast, at genturnar hava verið sera hugaðar at luttikið í venjingunum.