FSF hevur seinastu árini havt serstaka leikaramenning fyri dreingir. Nú er henda leikaramenning eisini byrjað við gentum
Fyri fimm árum síðani setti Fótbóltssamband Føroya í verk eina serstaka leikaramenning fyri dreingir í aldurinum U14 og U16. Ætlanin hevur tó allatíð verið, at sett eina líknandi skipan í verk fyri gentur, og umsíðir er hendan ætlan vorðin veruleiki.
Hesa fyrstu tíðina eru tað tvey øki, norður- og eysturøkið, og mið- og vesturøkið. Norður- og eysturøkið fevnir um feløgini KÍ, ÍF, Víking, B68, NSÍ, Skála og EB/Streym, meðan mið- og vestrurøkið fevnir um feløgini HB, B36, AB, B71, 07 Vestur og MB.
Í løtuni er einki lið í hesum aldursbólki í Suðuroynni, og tí er skipanin ikki sett í verk har enn.
FSF-leikaramenningin er eitt tilboð til evnaríkar og ídnar leikarar. Umleið 18 leikarar í hvørjum øki verða úttiknir til hesar venjingar, sum er einafer um vikuna.
Í norður- og eysturøkinum verður tað Kim Petersen, ið fer at taka sær av venjingunum hjá gentunum. Venjingarnar vera á vøllinum í Leirvík mikudag kl. 16:00.
Í mið- og vesturøkinum verður tað Eli Hentze, ið fer at standa fyri venjingini. Fyrstu tíðina verður vant á Eysturvøllinum, ið er vøllurin við Eysturskúlan í Havn. Vant verður mikudag kl. 15:15.