Vegna tekniskar trupulleikar við einum servara, eru leikaralistin og onkrar stigatalvur á heimasíðuni hjá FSF óvirknar í løtuni

Í løtuni ber ikki til at kanna eftir á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya, í hvørjum felagi leikaraloyvini hjá føroyskum leikarum liggja.

Trupulleikar eru við einum servara, sum hevur við sær, at tað heldur ikki ber til at síggja støðurnar í yngru deildunum, umframt í hjá 2. deild kvinnum og í 3. deild hjá monnum fyri farna kappingarár.

Arbeitt verður við málinum, og vónandi gongur ikki alt ov long tíð, til trupulleikin er loystur.

Vinarliga
Fótbóltssamband Føroya