Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið hópin til venjingarleguna hjá A-landsliðnum, sum verður í Thailandi um miðan februar
Í døgunum 14. til 23. februar fer føroyska A-landsliðið við monnum til Thailands á venjingarlegu, har liðið fer at fyrireika seg til HM-undankappingardystin ímóti Eysturríki, sum skal spælast á Ernst Happel Leikvøllinum í Wien 22. mars.

Í hesum sambandi hava venjararnir, Lars Olsen og Jóannes Jakobsen, úttikið hesar 20 leikarar:
Málmenn:
Gunnar Nielsen
Kristian Joensen, NSÍ
Jákup Mikkelsen, ÍF

Verjuleikarar:
Atli Gregersen, Víkingur
Rógvi Baldvinsson, Ålgard (NOR)
Odmar Færø, Forfar (SCO)
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ
Jónas T. Næs, Valur (ISL)
Viljormur Davidsen, Jerv (NOR)

Miðvallarar:
Fróði Benjaminsen, HB
Símun Samuelsen, HB
Høgni Madsen, ÍF
Kaj Leo í Bartalstovu, Víkingur
Pætur Dam Jacobsen, EB/Streymur
Gilli Sørensen, B36

Framherjar:
Jóan Símun Edmundsson, Viking Stavanger (NOR)
Arnbjørn Hansen, EB/Streymur
Páll A. Klettskarð, KÍ
Andreas Lava Olsen, BK Frem (DK)
Klæmint A. Olsen, NSÍ

Føroyska ferðalagið fer úr føroyum 14. februar, og hósdagin 21. februar spælir landsliðið venjingardyst ímóti Thailandi.

Úttøkubræv