Føroyski landsliðsvenjarin væntar ein tættan dyst leygarkvøldið, men vónar, at føroyska liðið kann fáa hevnd fyri keðiliga ósigurin ímóti Gibraltar fyri trimum árum síðani
– Hetta er ein gyltur møguleiki hjá Gibraltar at prógva, at teir kunnu spæla við í altjóða fótbólti, og tí vænti vit harða mótstøðu leygarkvøldið, segði Lars Olsen, landsliðsvenjari, millum annað á tíðindafundinum, sum varð hildin eitt gott samdøgur áðrenn landsdystin millum Gibraltar og Føroyar, sum verður spældu á Victoria Stadium leygarkvøldið klokkan 20:00 lokala tíð (kl. 19:00 føroyska tíð).

Á Gibraltar gera tey nógv burtur úr landsdystinum millum Gibraltar og Føroyar, og fyriskipararnir vænta, at tað verður útselt kring leikvøllin, tá dómarin bríkslar dystin í gongd.

Mótstøðuliðið hjá føroyska landsliðnum leygarkvøldið er nýggjast limurin í UEFA, og fyrsti altjóða dystur hjá gibraltarbúgvum varð spældur í november í fjør, tá tað eydnaðist Gibraltar at spæla málleysan javnleik ímóti Slovakia.

– Úrslitið ímóti Slovakia vísir, at Gibraltar hevur eitt gott landslið, og nú teir skulu spæla fyrsta dyst á heimavølli síðani limaskapin í UEFA, vilja teir gera alt fyri at vísa sínum áskoðarunum, at tað var rætt at fara upp í altjóða fótbólt. Men vit eru væl fyrireikaðir, so eg vænti ein harðan og tættan dyst, segði Lars Olsen, við gibraltesisku fjølmiðlarnar.

Fyri júst trimum árum síðani spældu Gibraltar og Føroyar venjingardyst á Victoria Stadion, og ta ferðina vann Gibraltar 3-0.