Føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen, gleðir seg til dystin ímóti Rumenia, men roknar eisini við, at føroyska liðið verður lagt undir stórt trýst frá fyrsta bríksli
– Síðani vit vunnu ímóti Grikkaland, havi eg sæð fram til hendan dystin, og eg gleði meg. Kunnu vit koma upp á sama støði, sum ímóti grikkum, so er væl møguligt, at vit fáa eitt gott úrslit aftur hesaferð, sigur Lars Olsen.
Síðani mánadagin hevur føroyska A-landsliðið fyrireikað seg í Farum í Norðursælandi, til týdningarmikla EM-undankappingardystin ímóti Rumenia. Og sambært føroyska venjaranum, so er hetta besta liðið í bólkinum, sum Føroyar nú skulu spæla ímóti.
– Rumenar hava í løtuni eitt rættuliga gott landslið, og beint nú eru teir uttan iva besta liðið í okkara bólki. Eg rokni eisini við, at teir fara at leggja eitt stórt trýst á føroyska málið frá fyrsta bríksli, og tað skulu vit vera klárir uppá beinanvegin.
– Í spælistíli líkjast teir eitt sindur grikkum. Tí skulu vit vera væl fyrireikaðir til hesa stóru uppgávu, og tað haldi eg eisini, at vit eru, sigur Lars Olsen.
Dysturin ímillum Rumenia og Føroyar verður bríkslaður í gongd sunnudagin 29. mars klokkan 17:00 føroyska tíð. Sjónvarpið hjá Kringvarpi Føroya vísir beinleiðis frá dystinum. Byrjað verður at senda klokkan 16:45.