Undan seinastu venjingini hjá A-landsliðnum, skipaði Lars Olsen fyri tíðindafundi á Astana Arena, har Kasakstan og Føroyar í annaðkvøld bresta saman í HM-undankappingardysti

Fjølmiðlarnir í Kasakstan vístu stóran áhuga fyri Føroyum og føroyska landsliðnum, tá Lars Olsen skipaði fyri tíðindafundi undan seinastu venjingini hjá A-landsliðnum. 

Spurdur um vónirnar fyri einum góðum úrslitið, segði Lars Olsen, at hann væntar harða mótstøðu frá heimaliðnum í morgin.

– Kasakstanar vita, at um tað skal eydnast teimum at fáa ein sigur í hesari undankapping, so skal hetta helst verða ímóti Føroyum. Men okkara leikarar fara eisini at gera alt fyri at fáa stig, og helst vinna dystin, tí hetta er eisini okkara møguleiki, segði Lars Olsen.

Føroyar og Kasakstan hava tvær ferðir áður spælt ímóti hvør øðrum, tá kasakstanar í 2003 vóru á vitjan í Føroyum og spældu tveir venjingardystir. Fyrri dysturin endaði við 3-2 sigri til Føroyar, og í seinna dystinum vunnu okkara við tveimum málum ímóti einum.

Men hetta er tó ikki nakað, ið føroyski landsliðsvenjarin fær brúkt stórvegis undan dystinum á Astana Arena, har Kasakstan og Føroyar bresta saman í undankappingardysti til HM-endaspælið, sum verður í Brasil komandi summar.

– Nógv er broytt seinastu tíggju árini í kasakstanskum fótbólti. Landsliðið hevur havt stóra framgongd á styrkislistanum hjá FIFA, og kasakstansku liðini, ið hava luttikið í altjóða fótbólti, hava klára seg væl. So dystirnar í 2003 kunnu vit ikki brúka til tað heilt stóru longur, segði Lars Olsen millum annað á tíðindafundinum við kasakstansku fjølmiðlarnar.

Innfarðarloyvið hjá Gunnar í lagi
Føroysku leikararnir eru sum heild væl fyri, og nú verður bara bíða eftir Gunnari Nielsen, sum væntandi kemur til Astana tíðliga fríggjamorgunin.

Seinastu tríggjar dagarnar hevur Fótbóltssamband Føroya lagt nógva orku og arbeiði í, at fáa neyðugu loyvini uppá pláss, og nú er nógv sum bendir á, at innfarðarloyvið hjá føroyska málverjanum er í lagi.

Seinasta venjingin endaði við dysti millum teir ungu móti teimum eldru, og hesaferð vunnu teir ungu sannførandi. Úrslitið gjørdist 4-1 til Rógva Baldvinsson og hansara dreingir.

Landsdysturin millum Kasakstan og Føroyar verður bríkslaður í gongd kl. 16:00 føroyak tíð (21:00 lokala tíð), og verður sum skilst vístur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.

Kring altjóða leikvøllin í Kasakstan, Astana Arena, er pláss fyri umleið 30.000 áskoðarum, og til dystin millum Kasakstan og Føroyar fríggjakvøldið væntast eini 10.000 áskoðarar. Har av verða væntandi fýra úr Føroyum.

Myndir