Føroyski landsliðsvenjarin er valdur millum bestu leikararnar í danska stórfelagnum, Brøndby IF, síðani felagið varð stovnað fyri 50 árum síðani
Tá Brøndbyernes Idrætsforening, Brøndby IF, fyrr í ár hevði 50 ára stovningardag, varð samstundis avgjørt at seta eitt alment Brøndby Allstar-lið við í alt 15 leikarum.
Yvir 30.000 Brøndby-fjepparar vóru við í atkvøðugreiðsluni, og tá avtornaði var føroyski landsliðsvenjarin ímillum teir 15 leikararnar, ið verða mettir at hava verið bestu leikarar í danska stórfelagnum, síðani Brøndby IF varð stovnað í 1964.
Frá 1985 til 1991 spældi Lars Olsen tilsamans 281 dystir fyri Brøndby IF. Hesi sjey árini vann Brøndby fimm meistaraheitir og tvær ferðir silvur í donsku landskappingini, og har afturat var Lars Olsen við til at vinna donsku steypakappingina í 1989.
Frá 1992 til 1995 spældi Lars Olsen sum yrkisleikari í Turkalandi, Belgia og Sveis, áðrenn Lars í 1996 vendi aftur til Brøndy, og vann danska meistaraheitið fyri sættu ferð.
Umframt at hava verið virkin sum leikari, hevur føroyski landsliðsvenjari eisini verið venjari hjá Brøndby IF, OB og Randers, og í 2007 varð Lars Olsen valdur til ársins venjara í Danmark.
Komandi hósdag fer Lars Olsen at úttaka føroyska hópin til EM-undankappingardystin ímóti Grikkalandi, sum verður í Athen fríggjadagin 14. november.