Sunnudagin varð skipað fyri impulsskeiði í FSF-húsinum, har millum annað Lars Olsen greiddi frá um taktiska venjing
Sunnudagin skipaði Útbúgvingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya fyri impulsskeiði í FSF-húsinum. Skeiðið var serliga ætlað venjarum við A- ella B-prógvi. Tá saman um kom, vóru eini 40 luttakarar á impulsskeiðinum.
Í innbjóðingini til skeiðið, stóð millum annað: ”Við støði í eini taktiskari venjing fyrrapartin, og dysti seinnapartin, fer føroyski A-landsliðsvenjarin, Lars Olsen, at seta fokus á samanhangin millum taktiska venjing og leikháttin, eitt lið ynskir at spæla".
Og tað var hetta, teir gott og væl 40 luttakararnir upplivdu á skeiðinum.
Skeiðið byrjaði við, at landsliðsvenjarin í stuttum lýsti hvussu hann hugsar, at føroyska A-landsliðið fer at spæla undir hansara leiðslu. Við teimum roydum, ið Lars Olsen higartil hevur fingið við føroyska landsliðnum, ta stuttu tíðina hann hevur verið í starvinum, helt hann, at størsta avbjóðingin er, tá føroyska liðið hevur bóltin.
Umframt uppleggið frá Lars Olsen, landsliðsvenjara, var venjing á skránni fyrrapartin, sum U18-dreingirnir hjá B36 luttóku í. Seinnapartin var dystur millum U18-liðini hjá árstalsfelagnum í Havn og HB. Unglingarnir vóru væl upplagdir, og teir løgdu eisini nógv fyri. Úrslitið gjørdist javnleikur 2-2.