Føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen, og føroyski liðskiparin, Fróði Benjaminsen atkvøddu fyri Cristiano Ronaldo, í sambandi við heimsins besta fótbóltsleikara 2014. Og tað bleiv eisini portugisin, ið fór avstað við heiðurinum
Mánadagin gjørdist greitt, at Cristiano Ronaldo úr Real Madrid er heimsins besti fótbóltsspælari 2014.
Tað er altjóða fótbóltssamgongan, FIFA, í samstarvi við franska blaðið, France Football, ið skipar fyri atkvøðugreiðsluni.
181 landsliðsvenjarar, 182 landsliðsliðskiparar og 181 fjølmiðlaumboð úr øllum heiminum hava atkvøtt, og tá avtornaði fór stóra stjørnan í Real Madrid og á portugisiska landsliðnum, Cristiano Ronaldo avstað við heiðurinum, sum heimsins besti fótbóltsspælari 2014.
Tíggju spælarar vóru at velja ímillum, og við 37 prosentum av atkvøðunum gjørdist Cristiano Ronaldo nummar 1, meðan Lionel Messi bleiv nummar 2 og Manuel Neuer nummar 3.
Føroyska fjølmiðlaumboðið var Tróndur Arge, og eisini hann hevði Ronaldo ovast á atkvøðuseðilinum.
Fróði Benjaminsen:
1. Cristiano Ronaldo
2. Lionel Messi
3. Zlatan Ibrahimovic
Lars Olsen:
1. Cristiano Ronaldo
2. Arjen Robben
3. Lionel Messi
Tróndur Arge:
1. Cristiano Ronaldo
2. Lionel Messi
3. Manuel Neuer
Hetta er annað árið á rað og triðju ferð í alt, at Cristiano Ronaldo er kosin heimsins besti fótbóltsspælari. Ronaldo vann eisini í 2008.
Ársins lið 2014:
Málverji: Manuel Neuer (Týskland/FC Bayern München)
Verjuleikarar: Philipp Lahm (TýsklandFC Bayern München), David Luiz (Brasil/Paris St. Germain), Sergio Ramos (Spania/Real Madrid) og Thiago Silva (Brasil/Paris St. Germain).
Miðvallarar: Andrés Aniesta (Spania/FC Barcelona), Toni Kroos (Týskland/Real Madrid) og Angel Di Maria (Argentina/Manchester United).
Framherjar: Lionel Messi (Argentina/FC Barcelona), Cristiano Ronaldo (Portugal/Real Madrid) og Arjen Robben (Holland/FC Bayern München).
Heimsins besti kvinnuligi fótbóltsspælari 2014 gjørdist týska Nadine Kessler, ið til dagliga spælir fyri Wolfsburg.