Mánadagin varð argentinski bóltsnillingurin, Lionel Messi, valdur til heimsins besta fótbóltsleikara 2011. Tað eru liðskiparar og landsliðsvenjarar ið hava atkvøtt

Fyri fyrstu fer í søguni, er sami leikari valdur til heimsins besta fótbóltsleikara trý ár á rað. Hetta gjørdist greitt mánadagin, tá Lionel Messi, úr FC Barcelona, fekk heiðurin sum heimsins besti fótbóltsleikari 2011.

Tað er altjóða fótbóltssamgongan FIFA, í samstarvi við blaðið France Football, ið skipar fyri atkvøðugreiðsluni.

Allir landsliðsvenjarar og landsliðsliðskiparar luttaka í atkvøðugreiðsluni. Fyri Føroyar vóru tað sostatt Lars Olsen, venjari, og Fróði Benjaminsen, liðskipari á føroyska A-landsliðnum, ið atkvøddu. Og tað skuldi vísa seg at føroysku umboðini vóru samd um hvørjir teir trýggir bestu leikararnir í heiminum, eru.

Veljast skuldi ímillum 10 leikarar, har tann besta fekk 5 stig, næsti 3 stig, og tann triðja fekk 1 stig. Lars Olsen og Fróði Benjaminsen valdu argentiniumannin Lionel Messi, úr FC Barcelona, nummar 1. Nummar 2 varð Cristiano Ronaldo og nummar 3 bleiv valdur Wayne Rooney.

Endaliga úrslitið gjørdist, at Lionel Messi bleiv valdur til heimsins besta fótbóltsleikara 2011. Nummar 2 gjørdist liðfelagin hjá Messi úr FC Barcelona, Xavi, og á triðja plássi endaði portugisin Cristiano Ronaldo, ið til dagliga spælir við Real Madrid.

Lionel Messi, sum sjálvur er liðskipari hjá Argentina, valdi Xavi nummar 1, Andres Iniesta nummar 2, og Sergio Agüero, úr Manchester City, nummar 3.