Fjórða árið á rað hevur argentinski bóltsnillingurin, Lionel Messi, vunnið heiðurin, at verða valdur til heimsins besta fótbóltsleikara
Við millum annað 91 málum í 2012, varð argentinski bóltsnillingurin í FC Barcelona, Lionel Messi, mánadagin valdur til heimsins besta fótbóltsleikarar.

Samstundis er hetta fyrstu fer, at sami leikari er valdur til heimsins besta leikara, fýra ár á rað.

Í fyrru hálvu av 80’unum fekk Michel Platini heiðurin, at verða valdur til heimsins besta fótbóltsleikara trý ár á rað, og somuleiðis eydnaðist tað Marco van Basten seinast í 80’unum og fyrst í 90’unum, at verða valdur til heimsins besti leikari trý ár á rað.

Tað er altjóða fótbóltssamgongan FIFA, í samstarvi við franska blaðið France Football, ið skipar fyri atkvøðugreiðsluni, ið nevnist Ballin d’Or.

Terji, Fróði og Lars
Saman við einum ítróttarhournalisti úr hvørjum FIFA-limalandi, eru tað landsliðsvenjarar og landsliðsliðskiparar sum luttaka í atkvøðugreiðsluni. Fyri Føroyar vóru tað sostatt Lars Olsen, landsliðsvenjari, Fróði Benjaminsen, liðskipari á føroyska A-landsliðnum, og Terji Nielsen, ítróttarjournalistur á Dimmalætting, ið hava greitt atkvøðu.

Veljast skuldi ímillum 10 leikarar, har tann besta fekk 5 stig, næsti 3 stig, og tann triðja fekk 1 stig. Føroysku atkvøðurnar fullu soleiðis:

Lars Olsen, landsliðsvenjari:
1. Lionel Messi, Argentina/FC Barcelona
2. Cristiano Ronaldo, Portugal/Real Madrid
3. Zlatan Ibrahimovic, Svøríki/Paris SG

Fróði Benjaminsen, landsliðsliðskipari:
1. Lionel Messi, Argentina/FC Barcelona
2. Cristiano Ronaldo, Portugal/Real Madrid
3. Andres Iniesta, Spania/FC Barcelona

Terji Nielsen, ítróttarjournalistur, Dimmalætting:
1. Cristiano Ronaldo, Portugal/Real Madrid
2. Lionel Messi, Argentina/FC Barcelona
3. Andres Iniesta, Spania/FC Barcelona

Endaliga úrslitið gjørdist, at Lionel Messi, úr FC Barcelona varð valdur til heimsins besta fótbóltsleikara 2012. Nummar 2 bleiv Cristiano Ronaldo úr Real Madrid, meðan liðfelagin hjá Messi í FC Barcelona, spanski miðvallarin, Andres Iniesta gjørdist nummar 3 í Ballon d’Or 2012.

Lionel Messi, ið sjálvur er liðskipari hjá Argentina, valdi Andres Iniesta sum nummar 1, Xavi nummar 2 og Sergio Agüero, úr Manchester City, sum nummar 3.