Góða samstarvið millum FSF og Reyni Service heldur fram, og í vikuni fekk landsliðsvenjarin ein spildurnýggjan Toyota Avensis
Tá Lars Olsen á heysti í 2011 varð settur í starv sum føroyskur landsliðsvenjari, boðaði hann samstundis frá, at hann hevði ætlanir um at vera í Føroyum so ofta sum gjørligt. Á hendan hátt vildi landsliðsvenjarin fáa eitt breitt innlit í føroyskan fótbólt.
Og hesi árini, Lars Olsen hevur staðið á odda fyri føroyska A-landsliðnum við monnum, hevur fryntligi danin javnan verið til dystir í Effo-deildini, við góðari hjálp frá Reyni Service.
Stutt eftir at Lars Olsen varð settur í starvið, gjørdu Fótbóltssamband Føroya og Reyni Service avtalu, ið inniber, at ta tíðina, landsliðsvenjarin er í Føroyum, koyrir hann í Toyota. Samstarvið við bilafyritøkuna í Hoyvík og FSF hevur verið avbera gott, og í vikuni fekk Lars Olsen ein spildurnýggjan Toyota Avensis frá Reyni Service.