Á tíðindafundi við svenskar miðlar segði Lars Olsen, landsliðsvenjari, at hann trýr upp á eina sensatión móti Svøríki, men at sviar eru stórfavorittar í dystinum móti Føroyum

– Tit kunnu gott flenna, men eg trúgvi veruliga upp á, at Føroyar kann vinna ímóti Svøríki. Vit hava eitt gott lið, og um alt gongur upp í eina hægri eind, so trúgvi eg at vit kunnu skapa eina sensatión í morgin, men tá tað er sagt, so eru sviar kortini stórfavorittar í dystinum móti Føroyum, segði Lars Olsen við svenskar miðlar á tíðindafundinum á Friends Arena, áðrenn landsliðið hevði sína seinastu venjing í samband við HM-undankappingardystin móti Svøríki, sum verður spældur í Stockholm týskvøldið.

Áhugin fyri svenska landsliðnum hevur áður verið størri, og tí vænta sviar ikki, at Friends Arena verður fullsett, tá Svøríki og Føroyar trína á vøllin týskvøldið. Kring leikvøllin er pláss fyri umleið 55.000 áskoðarum, men til dystin móti Føroyum verða væntandi millum 25.000 og 30.000 áskoðarar.

Seinasta venjing endaði enn einaferð við dysti millum yngra ættarliði móti teimum gomlu, og aftur hesaferð fóru teir ungu á landsliðnum avstað við sigrinum.

Myndir