Saman við millum øðrum Allan Simonsen, er Lars Olsen í uppskoti at verða valdur til besta leikara í donskum fótbólti seinastu hundrað árini
Í sambandi við at 100 ár eru liðin síðani danir fóru undir skipaðar landskappingar í fótbólti, samstundis sum danska fótbóltssambandið, DBU, verður 125 ár, skulu danir kjósa besta leikari í donskum fótbólti seinastu hundrað árini.

Í alt tíggju leikarar eru í uppskoti at vinna heiðurin, og umframt núverandi føroyska landsliðsvenjaran, Lars Olsen, er Allan Simonsen, sum frá 1994 til 2001 stóð á odda fyri føroyska landsliðnum, at finna ímillum teir tíggju, ið veljast skal ímillum.

Sum leikari hevur Lars Olsen vunnið danska meistaraheitið seks ferðir og steypakappingina ta einu ferðina við Brøndby IF, og í 1988 var sterki verjuleikarin valdur til ársins leikara í donskum fótbólti.

Størsta løtan fyri Lars Olsen er uttan iva europameistaraheitið, sum Danmark vann í 1992. Lars Olsen spældi tilsamans 84 dystir fyri Danmark, og gjørdi 4 mál.

Allan Simonsen hevur vunnið meistaraheitið tveir ferðir og donsku steypakappingina einu ferðina við Vejle BK, áðrenn hann í 1972 varð seldur til týska stórfelagið Borussia Monchengladbach.

Í 55 landsdystum fyri Danmark, skoraði Allan Simonsen 20 mál, og í 1977 varð lávaksni danin valdur til ársins leikara í Europa.

Teir 10, ið eru í uppskotið at verða valdir til besta leikara í donskum fótbólti seinastu 100 árini, eru hesir:
Peter Schmeichel (Brøndby IF)
Lars Olsen (Brøndby IF)
Jesper Grønkjær (AaB og FC Keypmannahavn)
Pauli Jørgensen (BK Frem)
Knud Lundberg (AB)
Lars Høgh (OB)
Allan Simonsen (Vejle BK)
Peter Møller (AaB, Brøndby IF og FC Keypmannahavn)
Kim Vilfort (Brøndby IF)
Henning Enoksen (Vejle BK og AGF)

Talan er bert um leikarar, ið størsta partin av sínari yrkisleið hava spælt í donskum fótbólti. Tískil eru nøvn sum Michael Laudrup, Brian Laudrup og aðrir ikki við í atkvøðugreiðsluni.