Mánadagin klokkan 10:00 verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum, í samband við landsliðsúttøkurnar av U21-landsliðnum og A-landsliðnum við monnum
——————
Nógv landsliðsvirksemi verður aftur á skránni í oktober mánað. Umframt at A-landsliðið við monnum skal spæla tveir HM-undankappingardystir á heimavølli, skulu U21-landsliðið og kvinnulandsliðið eisini á vøllin.
Harafturat fer U17-landsliðið við dreingjum til EM-undankapping í Eysturríki, U15-dreingirnir skulu til EfB Spar Nord Cup í Esbjerg, og seinni í mánaðinum skulu U19-genturnar til EM-undankapping á Kýpros.
Í samband við HM-undankappingardystirnar hjá A-landsliðnum, og EM-undankappingardystirnar hjá U21-landsliðnum verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum mánadagin klokkan 10:00.
Á tíðindafundinum fer Sámal Erik Hentze at kunngerða U21-hópin, meðan tað verður Eli Hentze, ið fer at kunngerða A-landsliðshópin.
Vanliga er tað Håkan Ericson, ið stendur fyri úttøkuni av A-landsliðnum, men hesaferð liggur ikki fyri hjá venjaranum at vera hjástaddur.
Leygardagin 9. oktober spæla Føroyar og Eysturríki á Tórsvølli, og týsdagin 12. oktober eru tað skotar, ið koma á vitjan. Hjá U21-landsliðnum verður fyrri dysturin í hesum umfarinum spældur í Klaksvík hósdagin 7. oktober, tá norðurmakedónar koma á vitjan, og tann seinni verður á útivølli móti Ukraina tann 12. oktober.
Kvinnulandsliðið hevur eisini tveir dystir á skránni í komandi mánað. Tann 21. oktober á útivølli móti Ukraina, og 26. oktober á heimavølli móti Ungarn.