Í samband við úttøkurnar av A-landsliðnum við monnum og U21-landsliðnum, verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum mánadagin 1. november klokkan 10:00
——————
Aftur í komandi mánað verður nógv landsliðsvirksemi á skránni. U19-dreingirnir og U17-genturnar skulu taka lut í EM-undankapping í ávikavist Grikkalandi og Slovakia, og hjá U15-gentunum gongur leiðin til Slovenia, har liðið skal spæla tveir venjingardystir.
Harafturat hevur kvinnulandsliðið stóra uppgávu fyri framman í Spania, U21-landsiðið skal royna seg á útivølli móti Serbia, og A-landsliðið við monnum setur seinasta punktum í undankappingini til HM 2022.
Í hesum sambandi verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum mánadagin 1. november klokkan 10:00. Á tíðindafundinum fer Sámal Erik Hentze at kunngera U21-hópin til EM-undankappingardystin móti Serbia, og Håkan Ericson fer at kunngera A-landsliðshópin til landsdystirnar móti Danmark og Ísrael.
6.-15. nov.
U17 Gentur (EM-undankapping í Slovakia)
7.-12. nov.
U15 Gentur (venjingardystir í Slovenia)
8.-17. nov.
U19 Dreingir (EM-undankapping í Grikkalandi)
12. nov.
U21 (Serbia – Føroyar)
A menn (Danmark – Føroyar)
15. nov.
A menn (Ísrael – Føroyar)
25. nov.
A kvinnur (Spania – Føroyar)