Í sambandi við landsliðsúttøkuna til dystin ímóti Finnlandi, sum verður á Tórsvølli um tvær vikur, skipar Lars Olsen fyri tíðindafundi í FSF-húsinum sunnukvøldið 24. august, kl. 20:00
Sunnudagin 7. september, kl. 19:45 verður farið undir undankappingina til EM 2016, sum fraklendingar verða vertir fyri um góð tvey ár. Fyrsti dystur hjá føroyska A-landsliðnum verður á heimavølli ímóti Finnlandi. Í oktober verður spælt ímóti Norðurírlandi og Ungarn, og í november skal føroyska landsliðið royna seg á útivølli ímóti Grikkalandi.
Í hesum sambandi skipar Lars Olsen, landsliðsvenjari, fyri almennum tíðindafundi í FSF-húsinum sunnukvøldið 24. august, kl. 20:00. Á tíðindafundinum verður kunngjørt, hvørjir leikarar verða úttiknir til EM-undankappingardystin ímóti finnum.
Tíðindafundurin verður varpaður beinleiðis á Rás 2.
Seinast Føroyar og Finnland møttust í undankappingardysti var á Svangaskarði á Toftum, 26. apríl í 1995. Ta ferðina vunnu finnar 4-0.