Nú ber til at ogna sær Landsliðspakkan 2023 í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Landsliðspakkin gevur atgongd til allar heimadystirnar hjá A-landsliðnum við monnum komandi ár

——————

Jólagávan til tann rætta fótbóltsfjepparan fæst nú til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Talan er sjálvandi um Landsliðspakkan 2023, sum gevur atgongd til allar heimadystirnar í komandi EM-undankapping, sum er á skránni næsta ár.

Føroyar eru í bólki saman við Kekkia, Póllandi, Albania og Moldova.

Kostnaður
Bólkarnir 103-106: 800 kr.
Bólkarnir 102 og 107-108: 600 kr.
Bólkarnir 109-110 og 112-113: 400 kr.
Bólkur 111 (Skansin): 400 kr.

Dystaskráin
24. mars Moldova – Føroyar
17. juni Føroyar – Kekkia
20. juni Føroyar – Albania
7. sept. Pólland – Føroyar
10. sept. Føroyar – Moldova
12. okt. Føroyar – Pólland
15. okt. Kekkia – Føroyar
20. nov. Albania – Føroyar