Á venjingarleguni í Mijas hevur læknin, Elmar Ósá gjørt læknakanningar av føroysku leikarunum. Eisini hevur Snorri Patursson, kostráðgevi, ráðført um heilsugóðan kost
Í sambandi við komandi EM-undankapping, sum byrjar í heyst, tilmælir UEFA, at læknakanningar verða gjørdar av øllum leikarum, sum skulu taka lut í komandi kapping.

Á venjingarleguni hjá føroyska landsliðnum, sum í hesum døgum er í Mijas í suðurspania, hevur Elmar Ósá, lækni, gjørt tær kanningar, sum UEFA tilmælir, av føroysku landsliðsleikarunum.

– Føroysku landslisðleikararnir eru sum heild væl fyri. Alla kanningar, ið higartil eru gjørdar, hava verið í lagi, sigur Elmar Ósá, landsliðslækni.

Fyri føroysku feløgini, sum skulu luttaka í altjóða kappingum í ár, er tað eitt krav, at teirra leikarar verða læknakannaðir.

Á venjingarleguni í Mijas hava føroysku leikararnir eisini verið til samrøðu við Snorra Patursson, kostráðgeva, um heilsugóðan kost, við serligum atliti til fótbóltsleikarar. Í hesum sambandi hevur dentur verið lagdur á, nær leikararnir eta og góðskan á matinum.

– Tá landsliðssamligar eru, fáa leikararnir einans føðsluríkan kost, og tað er av stórum týdningi, at fótbóltsleikarar liva rætt viðvíkjandi kosti. Men tað er eisini sera týdningarmikið at leikarar ikki oveta seg, og at leikararnir eta rætt og liva sum rætt ítróttarfólk, tá teir koma aftur til gerandisdagin, sigur Snorri Patursson, kostráðgevi.