Mikudagin fingu børnini í Kollafjarðar Skúla eina heldur øðrvísi uppliving, tá nakrir av landsliðsleikarunum vitjaðu á skúlanum
Tað vóru nøkur spent børn sum tóku ímóti, tá partur av A-landsliðshópinum, sum í hesum døgum fyrireikar seg til EM-undankappingardystin ímóti Finnlandi, seinnapartin mikudagin vóru á vitjan í Kollafjarðar Skúla.

Í fyrsta umfari var ætlanin at skipa fyri fótbóltsdystum í skúlagarðinum, men illfýsna veðrið gjørdi, at ítróttarhøllin bleiv brúkt til nakrar vælleiktar dystir ímillum børnini í Kollafjarðar Skúla og føroysku landsliðsleikararnar.

Eftir nakrar góðar og spennandi dystir fingu børnini møguleikan at heilsa uppá leikararnar, sum eisini skrivaðu autografar. Tiltakið eydnaðist væl og børnini fingu uttan iva eina sera góða uppliving, ið tey seint fara at gloyma.

Myndir