Mánadagin vitjaðu tríggir av føroysku landsliðsleikarunum á torginum í SMS, har teir skrivaðu autografar
Atgongumerkjasølan til landsdystin millum Føroyar og Írland, sum verður á Tórsvølli týskvøldið 16. oktober kl. 19:00, hevur gingið hampuliga væl.
Umframt møguleikan at keypa atgongumerkir á heimasíðuni hjá FSF, verður eisini skipað fyri atgongumerkjasølu á torginum í SMS.
Á middegi mánadagin vóru umleið 2.500 atgongumerkir seld, men Fótbóltssamband Føroya væntar og vónar, at enn fleiri atgongumerkir verða seld týsdagin.
Í hesum sambandi vitjaðu tríggir landsliðsleikarar, Gunnar Nielsen, Christian Lamhauge Holst, og málskjúttin móti Svøríki, Rógvi Baldvinsson á torginum seinnapartin mánadagin, har teir skrivaðu autografar til øll tey, sum komu framvið at heilsa uppá.
Atgongumerkjasølan á heimasíðuni er opin til á middegi týsdagin, meðan atgongumerkir verða seld á torginum í SMS til kl. 16.
Atgongumerkir, keypt umvegis heimasíðuna, kunnu avheinast í Dansifrøi millum kl. 16 og 18, har í hesum tíðarskeiði eisini verður møguligt at keypa atgongumerkir.
Myndir frá tiltakinum á Torginum í SMS eru í Myndasavninum