Seinnapartin týsdagin vitjaðu fýra landsliðsleikarar Poul Jóhann Kárason, sum í hesum døgum er innlagdur á barnadeildini á Landssjúkrahúsinum
Teir tríggir landsliðsleikararnir úr HB, Fróði Benjaminsen, Rógvi S. Holm og Símun Samuelsen, vóru týsdagin, saman við Hallur Hansson, sum nú spælir fyri AaB í donsku Superliguni, á vitjan á barnadeildini á Landssjúkrahúsinum.

Í løtuni liggja tíbetur ikki so nógv børn á barnadeildini, men ein teirra, ið kortini má brúka nakað av tíð á Landssjúkrahúsinum í hesum døgum, er Poul Jóhann Kárason úr Havn, sum eisini er íðin HB-fjeppari.

Poul Jóhann varð herfyri innlagdur við sukursjúku, men hevur tað eftir umstøðunum gott.

Tað var tó ikki ein sørt ovfarin Poul Jóhann, sum týsdagin fekk vitjan av fýra landsliðsleikarum, harav tríggir teirra spæla við HB.

Við sær høvdu teir landsliðsblúsir til Poul Jóhann og beiggjan, umframt atgongumerkir til HM-undankappingardystirnar móti Svøríki og Írlandi, sum verða spældir ávikavist fríggjadagin kl. 17, og týsdagin í komandi viku kl. 19.

Á myndini sæst Poul Jóhann Kárason saman við teimum fýra landsliðsleikarunum, Elmar Ósá, lækna, og systurini og beiggjanum.