Nógv børn og ung nýttu høvið at heilsa upp á landsliðsspælararnar, sum seinnapartin leygardagin skrivaðu autografar á Torginum í SMS
Allan leygardagin var rættuligur fótbóltsdámur á Torginum í SMS. Skipað var fyri ymiskum fótbóltsspølum og kappingum, og eisini borðreiddi Sushi Daily við ókeypis laksi frá Bakkafrosti.
Í borðfótbólti stóðu Hákun Djurhuus og Jóv Syuan Hjelm Rasmussen eftir sum stóru vinnararnir, meðan Pauli Jógvansson vann kappingina í “Subsoccer”.
Fótbóltsdagurin endaði við at landsliðsspælararnir komu at skriva autografar, og tá vóru tað rættuliga nógv børn og ung, saman við foreldrum, ið nýttu møguleikan at heilsa upp á, samstundis sum tey kundu ogna sær eina plakat av landsliðshópinum.
Myndir: Hans Erik Danielsen og Brynhild Absalonsen