Tað, ið eftir er av hesum árinum, verður møguleiki at ogna sær ta bláu føroysku landsliðsblusuna fyri einans 199 krónur
Uttan iva besta jólagávuhugskotið til føroyska fótbóltsfjepparan.

Talan er um bláu landsliðsblusurnar, ið nú verða settar til søla í FSF Búðini / Webshop á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya fyri einans 199 krónur.

Blusurnar fáast í øllum støddum, og fyri ein meirkostnað á 50 krónur pr. tal, er eisini møguleiki at fáa nummar prentað á blusuna.

Ynskist tal/nummar á landsliðsblusuna, send ein teldupost til [email protected], við frágreiðing um hvat tal/nummar ynskist prentað á blusuna.

Um FSF Búðin er tóm, trýst á "FSF Búðin / FSF Store" í breddanum í vinstru síðu.