Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið hópin, ið skal á venjingarlegu á La Manga í Spania um góðar tvær vikur

Leygardagin 25. februar til sunnudagin 4. mars fer A-landsliðið hjá monnum á venjingarlegu á La Manga í Spania. Í hesum sambandi hevur Lars Olsen, landsliðsvenjari, sent boð eftir 22 leikarum.

Teir, ið hava fingið landsliðsboð hesafer, eru:
Kristian Joensen, 07 Vestur
Atli Danielsen, B36
Jann Ingi Petersen, B68
Arnbjørn Hansen, Pætur Dam Jacobsen og Rene Tórgarð, EB/Streymur
Hallur Hansson, HB
Jákup Mikkelsen og Bogi Løkin, ÍF
Hjalgrím Elttør, KÍ
Jústinus R. Hansen, NSÍ
Atli Gregersen, Hanus Jacobsen, Sølvi Vatnhamar og Erling Jacobsen, Víkingur
Jóhan Troest Davidsen, Århus Fremad (DK)
Viljormur í H. Davidsen, FC Fyn (DK)
Daniel Udsen, Elite 300 (DK)
Jóan Símun Edmundsson, Newcastle United (ENG)
Odmar Færø, Keith FC (Skotland)
Rógvi Baldvinsson, Ålgård (Norge)
Jónas T. Næs, Fremad Amager (DK)

Umframt venjingar, eru eisini tveir dystir á skránni. Týsdagin 28. februar, kl. 18:30, spælir føroyska landsliðið venjingardyst ímóti Real Murcia.

Real Murcia, sum í løtuni er á 11. plássi í næstbestu deildini í Spania, var fyri fáum árum síðani at finna í Primera Division, og tí skuldi talan verði um sterka mótstøðu.

Hin dysturin á venjingarleguni verður hósdagin, 1. mars, kl. 18:30. Tá verður tað La Union, ið spælir í triðbestu deildini, sum tekur ímóti.