Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið føroyska liðið, sum 7. september skal spæla HM-undankappingardyst ímóti Týsklandi
Á tíðindafundi í FSF-húsinum í morgun, setti Lars Olsen, landsliðsvenjari nøvn á teir 19 leikararnar, sum 7. september skulu umboða Føroyar í HM-undankappingardysti ímóti Týsklandi.

Málverjar:
Gunnar Nielsen, Manchester City (ENG)
Kristian Joensen, NSÍ Runavík
Jákup Mikkelsen, ÍF Fuglafjørður

Verjuleikarar:
Rene S. Joensen, Brøndby IF (DK)
Jónas Næs, Valur (ICE)
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ Runavík
Odmar Færø, Forfar (SCO)
Rógvi Baldvinsson, Ålgaard (NOR)
Erling Jacobsen, Víkingur

Miðvallarar:
Fróði Benjaminsen, HB Tórshavn
Súni Olsen, B36 Tórshavn
Hallur Hansson, HB Tórshavn
Hjalgrím Elttør, KÍ Klaksvík
Christian Lamhauge Holst, Silkeborg IF (DK)

Framherjar:
Daniel Udsen, FC Helsingør (DK)
Símun Samuelsen, HB Tórshavn
Klæmint A. Olsen, NSÍ Runavík
Bogi Løkin, ÍF Fuglafjørður
Jóan Símun Edmundsson, Viking Stavanger (NOR)

Afturat hesum 19 leikarum, hevur Lars Olsen sent boð eftir fimm leikarum av U21-landsliðnum, sum í fyrstu atløgu skulu venja við føroyska hópinum, áðrenn fari verður til Týskland.

U21-leikararnir eru hesir:
Viljormur Davidsen, Jerv (NOR)
Rógvi S. Holm, HB Tórshavn
Gilli Sørensen, TB Tvøroyri
Kaj Leo í Bartalstovu, Víkingur
Karl Løkin, ÍF Fuglafjørður

Føroyski landsliðshópurin byrjar sínar fyrireikingar mánadagin 3. september, og mikudagin 5. september flýgur ferðalagið beinleiðis til Hannover.

HM-undankappingardysturin móti Týsklandi verður á AWD Arena í Hannover, fríggjadagin 7. september, kl. 19:45.