Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið føroyska hópin, sum 19. november skal royna seg í vinardysti ímóti Malta
Týsdagin 19. november skal føroyska A-landsliðið við monnum í eldin aftur, tá Malta og Føroyar møtast í vinardysti á Ta’ Qali National Stadium í Valletta á Malta.

Í hesum sambandi hava Lars Olsen, landsliðsvenjari, og Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari, givið landsliðsboð til hesar 19 leikararnar:

Heini Vatnsdal, Christian R. Mouritsen og Teitur M. Gestsson, HB
Páll Klettskarð, KÍ
Pól Jóhannus Justinussen, Kristian Joensen, Klæmint A. Olsen og Karl Løkin, NSÍ
Erling Jacobsen, Finnur Justinussen og Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Hallur Hansson, AaB Ålborg (DK)
Rene S. Joensen, Brøndby IF (DK)
Daniel Udsen, FC Helsingør (DK)
Sonni Ragnar Nattestad, FC Midtjylland (DK)
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DK)
Jónas Tór Næs, Valur (ISL)
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR)
Gunnar Nielsen, Motherwell (SCO)

Dysturin millum Malta og Føroyar verður spældur týsdagin 19. november, klokkan 19:00.