Lars Olsen hevur úttikið føroyska A-landsliðshópin til venjingardystin móti Íslandi, sum verður mikudagin 14. august

Um góðar tvær vikur, mikudagin 14. august skal føroyska A-landsliðið við monnum í eldin aftur, tá Ísland tekur ímóti í venjingardysti á Laugardalsvøllinum í Reykjavík.

Fyri føroyska liðið er venjingardysturin móti íslendingum samstundis fyrireiking til komandi HM-undankappingardystirnar, sum verða í heyst.

Í sambandi við dystin móti Íslandi hevur Lars Olsen, landsliðsvenjari, úttikið hesar 19 leikararnar:
Gunnar Nielsen, Motherwell (SCO)
Teitur M. Gestsson, HB Tórshavn
Hans Hørgensen, HB Tórshavn
Jónas Tór Næs, Valur (ICE)
Atli Gregersen, Víkingur
Erling Jacobsen, Víkingur
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR)
Pól Jóhannus Jústinussen, NSÍ Runavík
Viljormur Davidsen, FC Fredericia (DK)
Hallur Hansson, AaB Ålborg (DK)
Fróði Benjaminsen, HB Tórshavn
Súni Olsen, B36 Tórshavn
Christian R. Mouritsen, HB Tórshavn
Leif Niclasen, EB/Streymur
Heini Vatnsdal, HB Tórshavn
Símun Samuelsen, HB Tórshavn
Jóan Símun Edmundsson, Viking Stavanger (NOR)
Arnbjørn Hansen, EB/Streymur
Páll Klettskarð, KÍ Klaksvík

Fýra HM-undankappingardystir verða í heyst. 6. september spælir føroyska A-landsliðið á útivølli móti Kasakhstan, og fýra dagar seinni, týsdagin 10. september vitjar týskarar í Føroyum.

11. oktober kemur Kasakhstan á vitjan í Føroyum, meðan seinasti dystur í hesari undankapping verður týsdagin 15. oktober, tá Føroyar og Eysturríki møtast á Tórsvølli.

Úttøkubrævið