Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið 19 leikarar til HM-undankappingardystin ímóti Eysturríki fríggjadagin 22. mars
Á tíðindafundi í FSF-húsinum sunnukvøldið boðaði Lars Olsen, landsliðsvenjari, frá, hvørjir leikarar eru úttiknir til HM-undankappingardystin móti Eysturríki, sum verður á Ernst Happel Stadion í Wien fríggjadagin 22. mars.

Meðan flestu av leikarunum, ið eru úttikinir hesaferð, hava verið partur av landsliðshópinum seinastu tíðina, so er Hans Pauli Samuelsen, úr EB/Streymi, nú aftur at finna á føroyska A-landsliðnum.

Seinast Hans Pauli Samuelsen var á landsliðnum, var í oktober 2007, tá Føroyar og Frakland spældu á Tórsvølli.

Teir 19, ið hava fingið landsliðsboð, eru:
Fróði Benjaminsen, Teitur M. Gestsson og Símun Samuelsen, HB
Kristian Joensen og Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ
Pætur Dam Jacobsen, Hans Pauli Samuelsen og Arnbjørn Hansen, EB/Streymur
Atli Gregersen, Víkingur
Hjalgrím Elttør,
Christian Lamhauge Holst, Silkeborg IF (DK)
Daniel Udsen, Herlev IF (DK)
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR)
Odmar Færø, Forfar Ath. (SCO)
Jónas Tór Næs, Valur (ICE)
Hallur Hansson, AaB Ålborg (DK)
Viljormur Davidsen, Jerv (NOR)
Jóan Símun Edmundsson, Viking Stavanger (NOR)
Gunnar Nielsen

Føroyska ferðalagið fer úr Føroyum mánadagin 18. mars, og sjálvur dysturin verður spældur á Ernst Happel Stadion í Wien, fríggjadagin 22. mars, kl. 20:30, lokala tíð.

Úttøkubræv