Eftir at hava verið á flogi í næstan tríggjar tímar, og síðani við buss í meir enn ein tíma, er føroyska landsliðið umsíðir komið upp á pláss í Stockholm
Fyrireikingarnar til seinna HM-undankappingardystin móti Svøríki á hesum sinni eru av álvara farnar í gongd. Føroyska landsliðið fleyg úr Dublin á middegi sunnudagin, og eftir at hava verið á flogi í næstan tríggjar tímar, varð síðani koyrt við buss í nakað yvir ein tíma, áðrenn ferðalagið kom upp á pláss á Hilton Hotel í Stockholm.
Steðgurin á hotellinum var stuttur, tí klokkan 19 var venjing á skránni á einum tungum og vátum vølli, ið til dagligt er heimavøllur hjá Hammarby. Venjingin endaði við dysti millum teir ungu móti teimum gomlu, og endin varð at teir ungu vunnu 4-2.
Mánadagin sleppa leikararnir at taka sær av løttum, áðrenn seinastu venjingina sum verður á Friends Arena mánakvøldið kl. 19:00.
Landsdysturin millum Svøríki og Føroyar verður týsdagin kl. 19:15 (18:15 føroyska tíð).