Fyrireikingarnar til venjingardystin móti Íslandi komandi mikukvøld eru nú av álvara farnar í gongd, og sum heild eru allir í føroyska hópinum væl fyri
Beint eftir middag í dag lætti flogfarið hjá Atlantic Airways sær úr Vágum, og góðan hálvan annan tíma seinni kom føroyska A-landsliðið við monnum til Reykjavíkar, har Ísland tekur ímóti í venjingardystin komandi mikukvøld kl. 19:45 (kl. 20:45 føroyska tíð).
Av flogvøllinum varð koyrt á Grand Hotel, har leikarar og leiðarar fingu ábit, áðrenn Lars Olsen og Jóannes Jakobsen høvdu sína fyrstu venjing, sum var á Frostaskjól Leikvøllinum, ið er heimavøllurin hjá KR, sum er fremst í bestu íslendsku fótbóltsdeildini, Pepsi Deildin.
Áðrenn fráferð koma avboð frá Símun Samuelsen og Súna Olsen, ið báðir eru smáskaddir, og í teirra stað vórðu Karl Løkin og Kaj Leo í Bartalstovu úttiknir. Og sum heild eru allir leikararnir, ið eru við landsliðshópinum í Íslandi, væl fyri. Hetta sást eisini aftur í dystinum millum teir ungu móti teimum eldru, har nógv varð lagt fyri, men tá avtornaði stóð á jøvnum 4-4.
Fyri júst einum ári síðani spældu Ísland og Føroyar eisini venjingardyst í Reykjavík. Ta ferðina vunnu vertirnir 2-0.