Seint leygarkvøldið kom føroyska A-landsliðið til Valletta á Malta, og longu sunnumorgunin klokkan tíggju var fyrsta venjingin á skránni
Lars Olsen, landsliðsvenjari, og Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari, eru av álvara farnir undir fyrireikingarnar til vinardystin millum Malta og Føroyar, sum verða á Ta’ Qali Leikvøllinum í maltesiska høvuðsstaðnum, Valletta, týskvøldið 19. november.
Fleiri nýggir leikarar eru í føroyska hópinum hesaferð. Sonni Ragnar Nattestad, Kristin R. Mouritsen, Sølvi Vatnhamar og Dánjal á Lakjuni hava ikki roynt seg á A-landsliðnum áður, og tað er als ikki óhugsandi, at onkur av hesum fýra fær møguleikan týskvøldið.
Heimligu leikararnir í landsliðshópinum hava vant á Tórsvølli, síðani Effodeildini endaði í oktober, og sum heild eru leikararnir væl fyri til vinardystin ímóti Malta.
Maltesiska landsliðið hevur fingið góð úrslit síðstu árini, og í seinastu undankapping fekk Malta trý stig, ið vórðu vunnin á útivølli ímóti Armenia.
Umstøðurnar hjá føroyska landsliðnum á Malta eru góður, og veðrið er eisini gott. Sunnudagin er sól og heitt, eini 25 hitastig, og veðurforsøgnirnar fyri komandi dagarnar eru góðar.
Dysturin týskvøldið verður fjórða uppgerðin millum Malta og Føroyar, og higartil hevur føroyska liðið vunnið allar dystirnar. Í undankappingini til HM 1998 vóru Føroyar og Malta í sama bólki, og í báðum dystunum gjørdist úrslitið 2-1 til Føroyar.
Sum vanligt er, so endaði venjingin við dysti millum teir ungu ímóti teimum gomlu, og úrslitið gjørdist ein greiður 5-1 sigur til eldra ættarliðið.