Nakað fyri døgurða í dag, kom A-landsliðið til La Manga í Spania
Føroyska ferðalagið fór úr føroyum seinnapartin í gjár, og tíðliga í morgun varð flogið víðari úr Keypmannahavn til Alicante í Spania. Av flogvøllinum varð koyrt við bussi í ein góðan tíma, til Principe Felipe Hotal á La Manga.

La Manga liggur nærhendis Cartagena, ið hoyrir til landspartin Murcia í Spania.

Komnir á hotellið, fingu leikararnir døgurða, og síðani var hvíld, áðrenn farið verður at venja klokkan 4 seinnapartin.

Veðrið á La Manga er gott, sól og eini 20-25 hitastig.

Meira kann lesast um venjingarleguna á La Manga, undir “Landsliðið á La Manga” á forsíðuni.

Myndir – Dagur 1 á La Manga