Eftir ein drúgvan flogtúr úr Keypmannahavn umvegis Wien, er føroyska A-landsliðið við monnum umsíðir komið til Astana í Kasakstan

Tað vóru nakrir móðir og troyttir leikarar og leiðarar, ið tíðliga mikumorgunin lokala tíð, lendu í Astana Floghavnini í Kasakstan.

Ferðin til eystasta limalandið í UEFA hevur gingið væl, og næsta avbjóðingin fyri føroyska ferðalagið verður nú at umstilla seg til stóra tíðarmunin. Fimm tímar eru nevniliga á muni millum Føroyar og Kasakstan, og tað verður uttan iva ein avbjóðing fyri okkara leikarar at venja seg við.

Komnir á President Hotel í Astana var morgunmatur á skránni, og síðani var fari til songar. Nakrir av leikarunum fingu eitt sindur av svøvni umborð á flogfarinum hjá Austrian Airlines á veg til Kasakstan, men størsti parturin hevði ikki fingið blund í eyguni síðani í gjáramorgunin, áðrenn venjingini á Farum Park.

Hava vant á Astana Arena
Veðrið í kasakstanska høvuðsstaðnum er gott, og seinnapartin var fyrsta venjingin á skránni. Eftir døgurða varð vant á Astana Arena, sum hevur graslíkisvøll, har pláss er fyri umleið 30.000 áskoðarum.

Astana Arena varð tikin í brúk á sumri í 2009, og kostaði umleið 1,1 milliard krónur at byggja. Øll áskoðaraplássini eru undir taki, og eisini er møguleiki at draga tak yvir vøllin, um tað skuldi fari at regna fríggjadagin.

Gunnar væntast hósdagin
Hóast tað sum heild hevur gingið væl, og lagið í føroyska hópinum er gott, so bíða allir framvegis spentir eftir Gunnari Nielsen, ið ikki hevði passið í lagi, tá føroyski hópurin fór úr Kastrup týskvøldið.

Umboð fyri Fótbóltssamband Føroya, í samstarvið við kasakstansku ambassaduna í Berlin, arbeiða við málinum, og væntandi kemur alt upp á pláss seinni í dag ella tíðliga í morgin. Gunnar hevur fingið nýtt pass, og nú verður bara bíða eftir at fáa visum í lagi.

HM-undankappingardysturin millum Kasakstan og Føroyar verður spældur á Astana Arena í Astana fríggjadagin 6. september, kl. 16:00 føroyska tíð (21:00 lokala tíð).

Myndir