Á middegi leygardagin kom føroyska A-landsliðið til Helsinki í Finnlandi, og klokkan hálvgum seks seinnapartin var venjing á skránni
Eftir keðiliga tapið fyri Norðurírlandi fríggjadagin, eru øll eygu nú vend ímóti næsta dysti, ið verður á Olympiska Leikvøllinum í Helsinki í Finnlandi mánadagin 7. september, klokkan 19:45 (føroyska tíð).

Føroyska ferðalagið kom til finska høvuðsstaðin á middegi leygardagin, og eftir ein stuttan steðg á hotellinum, var venjing á skránni klokkan hálvgum seks seinnapartin.

Allir spælararnir eru væl fyri, sjálvt um teir júst hava verið ígjøgnum ein strævnan dyst ímóti norðurírum. Lagið í hópinum er eisini gott, og allir tykjast vera til reiðar at geva finnum ein skarpan gang komandi mánadag.

Finnar vóru eisini á vøllinum fríggjakvøldið, og í Grikkalandi eydnaðist teimum at vinna 1-0.

EM-undankappingardysturin millum Finnland og Føroyar byrjar klokkan 19:45, og verður vístur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya, meðan Tróndur Arge fer at siga frá á Rás2.

Myndir